Fólk í hópatal lata seg nú kanna fyri sjúkuna CDT Fólk, sum eru skyld við tey, ið hava fingið staðfest sjúkuna CDT, eru rættiliga bangin, og eitt stórt tað av fólki hevur latið seg kanna. Tey vilja vita, um tey eru berarar ella hava sjúkuna.
Bara teir fyrstu 12 dagarnar í august eru íleguroyndir tiknar av 264 fólkum, og umleið 50 blóðroyndir eru tiknar fyri at kanna innihaldið av carnetine í blóðinum.
Flestu royndirnar eru kannaðar í Danmark, men nú sendir Rannsóknarstovan á Landssjúkrahúsinum eisini royndir til kanningar í Týsklandi.