Senda allar limirnar til hús

Nú herðir Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar verkfallið at fevna um allar sjúkrarøktarfrøðingar og allar sjúkrarøktarfrøðiligar leiðslur, ið starvast eftir sáttmálanum

Skrivið frá Sjúkrarøktarfrøðingunum er soljóðandi:

 

Nú Løgtingið leggur upp í ósemjuna millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið og harvið brýtur avtaluna frá 1. juli 2014 millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi, verður hervið boðað frá arbeiðssteðgi fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar og allar sjúkrarøktarfrøðiligar leiðslur, ið starvast eftir sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið á hesum støðum:

 

Sjúkrahúsverk Føroya

 

Heilsutrygd

 

Gigni

 

Almannaverkið,

 

Hvíldarheimið Naina

 

Blákross

 

Heilbrigdið

 

Herbergið

 

Fróðskaparsetur Føroya

 

Heilsuskúli Føroya

 

 

 

Sjúkrarøktarfrøðingar, ið arbeiða eftir sáttamála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og KAF eru ikki umfataðir av hesari fráboðan.

 

Arbeiðssteðgurin er galdandi frá tí løtu, uppskotið verður borið niðan í Løgtingið.

 

Allir limir felagsins verða biðnir at gera seg liðnan við uppgávuna, tær standa við og fara síðani heim at bíða eftir nærri boðum.

 

 

 

Vegna

 

Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar

 

Óluva í Gong, forkvinna