Amerikanska Senatið samtykti í nátt at hjálpa fíggjarmarknaðinum við 700 milliardum dollarum Við 74 atkvøðum fyri og 25 ímóti samtykti amerikanska Senatið í nátt uppskotið um at hjálpa fíggjarmarknaðinum. Tann einasta atkvøðan, sum restaði í, var tann há Edward Kennedy, sum framvegis fær viðgerð fyri heilasvull.
Tey bæði forsetavalevnini, Barrack Obama og John McCain, atkvøddu fyri uppskotinum, og tað gjørdi demokratiska varaforsetavalevnið, Joe Biden, eisini.
Formaðurin í bankanevndini hjá Senatinum, demokraturin Christopher Dodd, segði aftan á atkvøðugreiðsluna, at úrslitið vísti, at amerikonsku politikararnir eru førir fyri at taka avgerð, tá tað er neyðugt.
Umboðsmannatingið, sum feldi hjálparpakkan mánakvøldið, skal ætlandi atkvøða aftur í morgin.










