Senatið í USA hevur givið Eugene Goodman, løgreglumanni, heiðursmerki fyri sín lut undir álopinum á Kongressina í januar, tá viðhaldsfólk hjá táverandi forsetanum, Donald Trum, trokaðu seg inn í bygningin.
Tað skriva amerikonsku miðlarnir CNN og The Hill.
Videoupptøkur frá ófriðinum 6. januar hava víst, at Goodman hevði hepni við at vísa ófriðarkroppum burtur frá politikarunum, sum høvdu krógvað seg á skrivstovum í bygninginum.
Løgreglumaðurin var til staðar í Senatinum í gjár og fekk lógvabrestir frá senatorunum fyri tað, sum fleiri lýstu sum eina »hetjugerð«.
Í samband við ríkisrættarmálið ímóti Donald Trump hava ákærararnir, sum eru limir í Umboðsmannatinginum, millum annað víst video frá ófriðinum inni í Kongressini.
– Vit hava í hesum rættarmáli sæð videoir, sum vísa dirvi hansara, evnini til at hugsa kárt mitt í kaosinum og viljan til sjálvur at gera seg til eitt mál fyri harkaliðnum við tí fyri eygað, at onnur kundu vera trygg, segði meiralutaleiðarin í Senatinum, Chuck Schumer, um Eugene Goodman.
Schumer legði afturat, at heiðursmerkið – the Congressional Gold Medal – skal síggjast sum ein heiður til øll í løgregluliðnum á Capitol Hill, sum arbeiða við at verja fólkavaldu politikararnar.
Fimm fólk, teirra millum tvey løgreglufólk, doyðu undir ófriðnum.
Í einum av videobrotunum roynir Eugene Goodman at beina ein bólk av fólki burtur, meðan táverandi varaforsetin, Mike Pence, eftir øllum at døma er í rúminum við síðuna av senatssalinum.
Viðhaldsfólkini hjá Trumt vóru einu løtuna bara 30 metrar frá Pence, tá løgreglumaðurin fekk jagstrað tey burtur.
Í einum broti sæst Goodman renna til republikanska senatorin Mitt Romney í eini gongd í kongressbygninginum og vísa honum á aðra kós, so Romney ikki møtti ófriðarfólkunum.
Tá Joe Biden tann 20. januar varð innsettur sum forseti, var Goodman biðin um at eskotera varaforsetan, Kamalu Harris, undir hátíðarhaldinum.
/ritzau/