Ósemjur ímillum suðuroyingar føra onga leið

? Øll Suðuroy eigur at verða løgd í eina kommunu og umsitingin eigur at vera mitt í oynni, heldur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag

Økismenning

Øll Suðuroyggin eigur at verða løgd í eina kommunu.
Tað heldur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.
Tað eru serliga hennara limir í arbeiðarafeløgunum í Suðuroy, sum hava merkt sviðan av kreppuni og vit hava tí spurt hana, hvat hon heldur um Suðuroyarætlanina í 10 punktum hjá landsstýrinum fyri, hvussu vánaliga gongdin í Suðuroy kann vendast.
Hon sigur, at tað er nógv í ætlanini, sum kann brúkast og tað eru nógv góð hugskot í ætlanini, sum landstýrið legði fram herfyri.
Eitt av teimum 10 boðunum, sum onkur kallar ætlanina, er bergholið ímillum Øravík og Hov hon heldur, at hetta er eitt mál, sum fer at fáa stóran týdning.
? Hovstunnilin fer at gera samferðsluna ímillum syðru- og norðaru helvt nógv lættari og skjótari og tað kann sostatt fáa ein stóran týdning í royndunum at samansjóða oynna.

Ein kommuna og umsiting mitt í oynni
Hon er eisini fult samd, tá ið landsstýrið heldur, at tað hevði verið ein fyrimunur um øll Suðuroy varð løgd saman í eina kommunu.
? Tað kundi skapt eina nógv effektivari og sterkari eind og tað vildi gjørt tað lættari at samansjóða alla oynna í eina eind.
Men hon heldur eisini, at skal tað eydnast at leggja alla oynna í eina kommunu, má tað eisini gerast greitt, hvar umsitingin hjá eini stórkommunu í Suðuroy skal vera.
? Eg haldi, at tað er rætt at leggja alla oynna í eina kommunu og at leggja umsitingina á uttanveltaðum staði, mitt í oynni ? kanska í Hovi.
? So sluppu vit undan tvídrátti ímillum Vág og Tvøroyri um, hvar umsitingin skal vera.
Hon heldur, at tað er alneyðugt, at øll Suðuroyggin verður samansjóðað í eina kommunu, tí allir suðuroyingar mugu draga eina línu.
? Skal Suðuroyggin fáast á føtur aftur, hevur tað sera stóran týdning, at suðuroyingar sjálvir vísa ein jaligan hugburð í royndunum at fáa virksemi í oynna.
Men hon ivast í um tað fer at eydnast, so leingi oyggin er býtt sundur í fleiri kommunur.
Har eru tað serliga Vágur og Tvøroyri ið standa sum tveir sterkir mótpólar, men tað er alneyðugt, at toganin ímillum hesi bæði plásini heldur uppat til frama fyri samansjóðing og samstarvi.
Hon heldur at viðhvørt kemur tað til sjóndar, at tað er ein togan og ein tvídráttur ímillum bygdirnar í norðaru helvt og syðru helvt í Suðuroy og ger tað trupult at menna oynna.
? Klandur og tvídráttur ímillum bygdir føra onga leið, tí standa suðuroyingar ikki sum ein maður, menna vit ikki oynna aftur.

Hugsaðu seg ikki nóg væl um
Hon sigur, at eitt gott dømi um hetta er ósemjan, sum nú hevur tikið seg upp í Suðuroy um ætlaða skúladepilin í Hovi við miðnámsskúla og heilsuskúlaog røktarheimi í Vági.
Ístaðin fyri at byggja miðnámsskúla í Vági, hevu landsstýrið skotið upp at flyta skúlan til Hovs og leggja hann í ein skúladepil har, saman við heilsuskúlanum, sum annars skuldi byggjast á Tvøroyri. Afturfyri var so ætlanin at byggja røktarheim á stykkinum í Vági, har skúlin skuldi vera.
? Hetta er eitt mál, sum hevur býtt oynna í tvey og tað er ómetaliga óheppið og førir ikki til framburð.
? Men var øll oyggin ein kommununa, slapst helst undan ósemjum sum hesum.
Ingeborg Vinther sigur, at tað er harðliga brúk fyri almennum størvum í Suðuroynni.
Tí heldur hon avgjørt, at tað er positivt, at landsstýrið hevur reist málið um bæði at byggja skúlar og røktarheim í oynni.
? Tað er slíkt, vit hava brúk fyri. Eg haldi eisini, at tað er positivt, at seks kommunur í Suðuroynni eru sinnaðar at tosa við landsstýrið um ætlanina.
? Men tíverri samtykti ein meirluti av Vágs Býráð at nokta at tosa við landsstýrið um ætlanina.
Hon leggur stóran dent á, at hon leggur seg ikki út í, hvar skúlar í Suðuroynni verða bygdir, heldur ikki miðnámsskúlin.
? Men eg haldi at meirilutin í Vágs Býráði, sum samtykti at nokta fyri at tosa við landsstýrið um ætlanina, hugsaði seg ikki nóg væl um.
? Ístaðin fyri at vísa tað blankt frá sær, haldi er, at tað hevði verið rætt at tosa við landsstýrið fyri at vita, hvørjar tær heilt ítøkiligu ætlanirnar vóru og hvørjari tíðarætlan, landsstýrið arbeiddi eftir.
Ingeborg Vinther sigur, at fyrsta fortreyt fyri menning er, at allir partar tosa saman og samráðast saman.
? Og hetta er avgjørt eitt mál, sum tað hevði verið rætt at tosa meiri við landsstýrið um.
Men sum tað stendur aðrastaðni í blaðnum, heldur Ingeborg Vinther kortini, at tað mest avgerandi av øllum, er, at fleiri arbeiðspláss til tey tímaløntu verða skapt beinanvegin.