Ósemjur eru prógv um livandi fólkaræði

Keglið og stríðið, sum merkti politiska lívið í 2002, fekk heiðurspláss í nýggjársrøðuni hjá løgmanni. Hann helt opna kjakið verið eitt sunt tekin, ið bar boð um eitt livandi fólkaræði, og bað fólk um ikki at ræðast hugsjónirnar

Árið 2002 var eyðkent av politiskum ósemjum.
Hesa sannroynd var Anfinn Kallsberg løgmaður maður fyri at viðurkenna, tá hann á gáttuni til 2003 helt sína nýggjársrøðu fyri føroyingum gamlaárskvøld.
Hann ráddi fólkinum til ikki at fella í fátt av hesari orsøk. Heldur eiga vit at ásanna, at vit hava eitt livandi fólkaræði, har fólkavald umboð telva seg fram til semjur, hóast ósemjan mangan er stór.
? Í Føroyum er politiskur opinleiki, sum verður varpaður gjøgnum fjølmiðlarnar. Fjølmiðlar eru í dag avgerandi fyri fólkaræði ? ein styrki, sum vit eiga at fegnast um. Politiska lívið í Føroyum er margfalt. Tað hevur sínar søguligu orsøkir. Hóast fá, eru vit ymisk, og hóast ymisk, eru vit í somu støðu. Vit eru øll javnbjóðis føroyingar, sum hava javnbjóðis rætt at koma til orðanna, segði løgmaður.

Á egnan mátt
2002 var valár, og nýtt landsstýri varð skipað. Fullveldissamgongan helt fram við stuðli frá Miðflokkinum, sum tryggjaði samgonguni meiriluta. Ferðin móti fullveldinum er sett niður, og nú er málið at laga búskapin stigvíst, so hann gerst sjálvberandi og byggir á framleiðsluvirði føroyinga.
Løgmaður hevði hug til at gera tað til ein spurning um at hava hugsjónir.
? Tað tryggasta og skilabesta er at hava støði í okkara egnu búskaparligu fortreytum og ikki líta á tað, sum verður veitt okkum frá øðrum. Tað, sum kemur lætt, fer lætt. Vit vilja lækka peningaliga stuðulin úr Danmark. Vit líta á, at vit við búskaparligari ábyrgd vilja loysa nýskapandi og hugsjónarliga megi í fólki okkara, segði Anfinn Kallsberg løgmaður.
Hann segði eisini, at tað skulu breiðir herðar til at bera góðar tíðir, og tað mátti ásannast, tá arbeitt varð við fíggjarlógini. Fíggjarlógin var av mongum mett sum elddópurin hjá nýggju samgonguni, sum við bit og slit stóð royndina.
? So mikið nógv stríð og kegl var, at fólk helst hava ivast í, um nakað gott kundi spyrjast burturúr. Loksins kann tíbetur staðfestast, at samgongan stóð sum ein maður, nú fíggjarlógin varð samtykt, segði løgmaður.

Nýggj mál
Annars mintist løgmaður til nakrar av teimum stórhendingum, sum hava sett dám á árið, ið fór. Hann fagnaði okkara ítróttafólkum, serliga innan svimjing og fótbólt, sum aftur hava sett Føroyar á heimskortið. Og hann dróg tónleikin fram og segði føroyingar vera í fremstu røð, tá tað ræður um nútímans tónleik.
Dagurin, 10. desember 2002, tá Vagatunnilin varð tikin í nýtslu, var sjálvandi tikin fram, og løgmaður fegnaðist saman við restini av føroyingum um, at koyrandi er undir Vestmannasundi. Og við Vágatunlinum í huga hugdi løgmaður nøkur ár fram í tíðina.
? Um fá ár verður eisini fast samband til Norðoyggjar. Tá hetta er rokkið, má langtíðarmál okkara vera at knýta bæði Sandoynna og Suðuroynna í undirstøðukervið. Tá verða Føroyar knýttar saman í eitt meginøki, segði løgmaður.
Eisini í sjálvstýrismálinum nýtti løgmaður høvi at bjóða framtíðini av.
? At fremja stór stig er mangan torført. Men søga okkara prógvar, at tað ber til at náa málum á tjóðskaparleið. Mangan hevur verið ósemja um slík mál. Felags eyðkennið hevur verið, at tá málini eru framd, vilja øll eiga tey. Vit eiga tí ikki at ræðast hugsjónina, men heldur hugsjónarloysið, segði løgmaður við føroyingar, tá hann ynskti okkum øllum gott nýggjár.