Ósemjan um fiskivinnuna vakt áhuga í Grønlandi

Í kvøld skrivar grønlendska heimasíðan - sermitsiaq.ag - um ósemjuna, sum er komin í arbeiðið at fremja eina fiskivinnunýskipan í Føroyum.

"Fiskerireform gået i hårdknude - valg på tale…" 

 

Tað er yvirskriftin á grønlendsku heimasíðuni - www.sermitsiaq.ag - í kvøld, har víst verður á, at naggatódn er komin í arbeiðið at fremja eina fiskivinnunýskipan í Føroyum.

 

 

Ósemjan í samgonguni um fiskivinnunýskipanina, hevur áhuga uttanfyri landaoddarnar. Tað sæst, nú Sermitsiaq hevur tikið málið upp í greining á heimasíðuni í kvøld. 

 

 

 

Har verður sagt, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur rent seg inn í trupulleikar við fiskivinnunýskipanini, og ivasamt er, um meiriluti fæst fyri ætlanunum, sum nú liggja á borðnum.

 

 

- Stjórnarflokkarnir eru undir trýsti, tí full semja er ikki um ætlanina, sum Høgni Hoydal hevur lagt fram, skrivar heimasíðan. 

 

 

Les greinina á sermitsiaq.ag