Føroya Arbeiðarafelag Havnar Arbeiðskvinnufelag
Tórshavn, tann 15-05-01
Sambært semingsuppskotinum, sum lagt varð fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag øðrumegin og Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík hinumegin, verður víst til skjal 1, sum er partur av semingsuppskotinum, sum góðkent varð av pørtunum 08.05.01.
Hetta skjal avdúkur, at ongar samráðingar hava verið millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðsmannfelag / feløgini í Klaksvík um teir spurningar sum um-røddir verða í hesum semjuskjali.
Viðvíkjandi grein 7 og 8 so er teksturin beinleiðis skrivaður av eftir tí sáttmála sum Føroya Arbeið-ara-felag og Havnar Arbeiðskvinnufelag eftir tógvi stríð fingu arbeiðsgevararnar at undirskriva í samband við sáttmálasamráðingarnar 2001.
Tað sum undrar okkum í hesum sambandi er, at fakfeløg sum í 1999 als ikki høvdu uppskot frammi um hesar broytingar, í ár skulu fáa forerandi tær sømdir, sum Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag vegna umleið 8.000 limir sínar stríddust fyri í 1999.
Hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag tykist munur at vera á, hvat navn fakfelagið ber, tá sømdir skulu latast limum felagsins, tí nøkur feløg fáa ókeypis, tað sum onnur fakfeløg hava stríðst fyri, meðan Føroya Arbeiðsgevarafelag, tá talan er um onnur fakfeløg, við hond og fót tykist at royna at forða limunum í hesum feløgum at fáa bøtt um lønar- og setanarkor teirra.
Slíkur framferðarháttur sigur ikki so lítið um leiðsluna í Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fakfeløg sum royna at snulta seg fram til teir fyrimunir, sum onnur fakfeløg hava stríðst fyri.