a)Starvsmannafelagið viðurkennir at hava gjørt eitt mistak:
-Innanhýsistrupulleikar skulu viðgerast og loysast á staðnum millum leiðslu og starvsfólk.
-Álitisfólk hevur ikki rætt til at voða til fundar í arbeiðstíðini móti boðum frá leiðsluni.
b)Burturvísingarnar av álitisfólkunum verða tiknar aftur, og álitisfólkið vil ikki aftur innkalla til fundar í arbeiðstíðini uttan loyvi frá leiðsluni.
c)Partarnir viðurkenna at møguligar ákærur og hóttanir eru burtur.
d)Sett verður ein samstarvsnevnd umboðandi starvsfólk og leiðslu.
e)Tryggjast skal samstarvsnevndini, at broytingarnar verða gjørdar við atliti til § 2 í sáttmálanum millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið.
Notat til punkt d.
Samstarvsnevndin skal hava innlit í øll mál stovninum viðvíkjandi. Samstarvsnevndin tekur ikki avgerðir, men hevur tilmælisrætt til stovnsleiðsluna í teimum málum, har avgerðir verða tiknar, sum hava beinleiðis og óbeinleiðis tilknýti til arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum:
Millum annað verða hesi mál viðgjørd í samstarvsnevndini:
*Ajourføringar av hondbókini í seinasta lagi innan 10. januar 1000. sí skjal A.
*Kriteriu fyri flytingar av starvsfólki.
*Útgreina uppgávubýti á økir og stýrið.
*Tryggjað at allar broytingar eru í mest møguligan mun í samráð við ynski hjá starvsfólkunum.
*Tryggjað at mismunur ikki verður gjørdur á starvsfólki.
*Tryggjað verður at øll hava somu møguleikar fyri menning í starvinum, framflutningi og í arbeiðsviðurskiftunum sum heild.
*Tryggjaður verður ein opin dialogur millum leiðslu og starvsfólk
um øll viðurskifti, sum hava týdning fyri stovnin.
Annars verður víst til skriv frá Toll- og Skattstovu Føroya, Stýrið, dagf. 16. desember 1999 um útleggingina av innkrevjingarøkinum.
Undirskrivað av Starvsmannafelagnum
og Fíggjarmálastýrinum
-----o-----
Í notatinum um útleggingina stendur m.a. at útgreinast skal hvørjar uppgávur skulu leggjast út á økisskrivstovurnar og hvørjar skulu vera liggjandi á høvuðsdeildini. Eisini skal ásetast hvussu nógv fólk skulu taka sær av innkrevjingini í hvørjum øki.
Starvsfólkini fáa, sambært skrivinum, møguleika at seta fram ynski hvar tey ynskja at arbeiða.
Í sambandi við arbeiði skal ansast eftir, at útleggingin verður til minst møguligan báða fyri starvsfólkini á innkrevjingardeildini, og at fakligi førleikin í mest møguligan mun verður varveittur.
Birgit Vitalis Ottosen, økisstjóri, hevur høvuðsábyrgdina av útleggingini, og ímeðan tað arbeiðið fer fram, hevur Regin Thomsen, deildarstjóri í stýrinum, dagligu leiðsluna av innheintingini. Hetta starv kemur hann at hava til útleggingin til økini er liðug tann 1. apríl 2000
Skrivið frá Toll- og Skattstovuni er undirskrivað av Óla Heinesen, stjóra.