Stóru orðini í fjølmiðlunum og á tingsins røðarapalli um ósemjur í samgonguni eru bert spæl fyri gallarínum.
Hetta heldur Høgni Hoydal, varaløgmaður og formaður Tjóðveldisfloksins.
Høgni Hoydal vísir á, at samstarvið í landsstýrinum gongur væl, hóast politiska støðan kann tykjast kaotisk fyri almenninginum.
Kortini viðgongur Høgni Hoydal, at tað eru ávísar ósemjur, ið skapa órógv. Millum hesar er positiva støða Fólkafloksins til uppskotið hjá Henriki Old, um at lækka avgjaldið á bensini. Men sambært Høgna Hoydal, arbeiðir samgongan í løtuni við at loysa hetta mál innanhýsis.
At Fólkaflokkurin er komin við ógvusligum viðmerkingum til semjuna, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, gjørdi við Starvsmannafelagið, metir Høgni Hoydal bert vera enn eitt dømi um spæl fyri gallarínum.
? Tað, sum nú er avgerandi, er at vit halda fram í samgonguni, og at vit fáa hildið brimgarðin um landskassan, eins væl og vit fáa sett á stovn ein búskapargrunn og fáa uppskotið um sjálvstýri Føroya fólks samtykt, sigur Høgni Hoydal.