Kl 02:00 undirskrivaðu arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið undir nýggjan tveyára sáttmála. Samlaða grundlønarhækkingin er 4,80 kr umframt at eftirlønin hækkar til 10%, og viðbótin fyri vaktarfólk á skipum hækkar munandi. Álitisfólkaskipanin er broytt, og nýggjur sersáttmáli gjørdur fyri alivinnuna, sum gevur alarum eina viðbót á í minsta lagi 15%.
Nakað eftir midnátt eydnaðist tað pørtunum á privata arbeiðsmarknaðinum at finna eina semju, sum gevur eina samlaða grundlønarhækkan á 4,80 kr yvir tvey ár, umframt aðar broytingar og ein nýggjan sersáttmála fyri alivinnuna.
Í 2014 er lønarhækkingin 2,20 kr til 117,84 kr um tíman, og í 2015 er hækkingin 2,60 kr, soleiðis at tímalønin gerst 120,44 kr.
Umframt eina grundlønarhækking hækkar eftirlønin til 10%, og vaktarfólk á skipum fáa eisini eina munandi lønarhækkan.
– Vit eru ógvuliga fegin um, at fáa eina lønarhækkan sum ger, at vit fyrsta árið varðveita reallønina, og tað næsta árið hækkar reallønin. Hetta var sera týðningarmikið fyri nevndirnar í arbeiðarafeløgunum, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
Nevndarlimir í arbeiðarafeløgunum fáa somu verju sum álitisfólk, álitisfólkaskipanin er útbygd, ein áseting er um betri løn til fólk, sum røkja hægri starv og arbeiðsfólk fáa rætt at fara í farloyvi, um hetta ikki nervar arbeiðsplássið.
Í fastlønarsáttmálanum eru arbeiðsfólk vorðin betri tryggjað undir sjúku. Ein spildurnýggj áseting um reingerð er eisini komin inn í sáttmálan, sum verjir arbeiðsfólk í vinnuni betri, har ósemja er um tíðarkarmin fyri reingerðina.
– Samlað sæð eru vit nøgd við úrslitið, sjálvandi er altíð okkurt, vit kundu hugsað okkum afturat, men úrslitið er ikki so galið, serliga løgdu vit dent á lønina, siga formennirnir í arbeiðarafeløgunum.
TRÝSTIÐ HER fyri at síggja nýggja sáttmálan










