Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya skrivaðu fríggjadagin 1. apríl undir semju um at leingja verandi sáttmála. Semjan hevur við sær ávísar tillagingar av sáttmálanum umframt eina lønarhækking á 1,25 % 1. apríl í ár. Hetta er sama lønarhækking, sum hini fakfeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum á landi hava fingið í hesi samráðingarrunduni, sum byrjaði við arbeiðarafeløgunum í mai 2010.
Sáttmálin við Flogskipararnar er longdur til 1. november í ár, men lønarhækkingin er tó galdandi til 1. apríl komandi ár.