Sambært valnevndini í Kenya vann Uhuru Kenyatta forsetavalið fyrradagin við 50,03 prosentum av atkvøðunum. Harðasta mótvalevni hansara, fráfarandi forsætisráðharrin Raila Odinga, fekk 43,28 prosent.
Men Odinga hevur longu boðað frá, at hann viðurkennir ikki úrslitið hjá valnevndini.
-Forsætisráðharrin viðurkennir ikki, at hann hevur tapt, tí valið fór ikki fram sambært reglunum, sigur ráðgavin hjá Odinga, Salim Lone, við fjølmiðlarnar. Hann leggur afturat, at verður Kenyatta endaliga útnevndur sum vinnari, verður málið lagt fyri dómsvaldið beinanvegin.
Sjálvur sigur Uhuru Kenyatta, at hann er fegin um undirtøkuna frá fólkinum.