Ósemja um trygdina hjá sandoyingum

- Trygdin hjá sandoyingum verður betri, enn hon er nú.

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum vissar um, at trygdin hjá sandoyingum fer at batna, hóast Teistin skal gevast við sjúkraflutningi.

Tað staðfesti hann í Løgtinginum í dag, eftir at Páll á Reynatúgvu, tingmaður, fregnaðist hjá honum um hetta.

Landssjúkrahúsið hevur sagt avtaluna við Strandferðsluna um sjúkraflutning, upp.

Avtalan ber annars í sær, at Teistin er tøkur til sjúkraflutning úr Skopun til Gomlurætt, tá ið brúk er fyri tí uttanfyri vanliga ferðaætlan.

Men nú avtalan er uppsøgd tann frá 1. februar, verður tað tyrlan hjá Atlantsflogi, sum skal røkja uppgávuna.

Tá ið hon ikki kann flúgva fyri veðri, verður tað bjargingarbáturin Lív, sum skal flyta sandoyingar um Skopunarfjørð í neyðstøðu.

Hann ser serbygdur at sigla í óveðri, legði hann afturat.

Karsten Hansen sigur, at talan er um eina sparing upp á 500.000 krónir hjá Heilsuverkinum.

Men hetta fer ikki at seta trygdina í vanda, tí tyrlan er góð og álítandi og effektivari enn Teistin.

Men hetta eru tingfólk als ikki samd í.

Teir tríggir tingmenninir úr Sandoynni eru heilt fortørnaðir.

Fólkafloksmaðurin, Brandur Sandoy, sum er samgongufelagi hjá Karsten Hansen staðfesti, at hann tekur ikki undir við hesum og at veitslan nú fáa ein enda, sum hann tók til.

Gerhard Lognberg vísti á, at hetta er einki minni enn ein vanlukka fyri sandoyingar.

- Teistin liggur tøkur og er skjótur at loysa. Hinvegin er tyrlan ongin trygd, tí tað tekur ein tíma at gera hana flúgviklára og er passaligt av vindi, flýgur hon ikki.

Sirið Stenberg visti frá Suðuroyar Sjúkrahúsi at siga, at í sambandi við Sjúkraflutning úr Suðuroy, hevði tyrlan bara ein regularitet upp á 75%, tí hinar dagarnar vóru ikki líkindi at flúgva.

- Tað er neyvan øðrvísi í Sandoy og tað kann ikki kallast trygd, helt hon.