Svenska stjórnin noyddist í gjár at sleppa einari umfatandi ætlan um sparingar á hernaðarøkinum. Stjórnin hevði sett sær fyri at fáa eina breiða semju saman við andstøðuni, eins og vanliga verður gjørt í Danmark, tá talan er um hernaðarmál, men tað miseydnaðist.
Stjórnin ætlaði at leggja fleiri herstøðir saman, tí á tann hátt kundi herurin spara lønarútreiðslur til umleið 5.000 fólk. Men andstøðan segði kortanei, og tí endaði tað við einari minni spariætlan. Upprunaliga ætlanin bar í sær, at ríkiskassin skuldi spara tríggjar milliardir krónur tey næstu trý árini. Andstøðan vil eisini spara tríggjar milliardir, men yvir eitt longri tíðarskeið.
Svenski ríkiskassin brúkar í ár 38 milliardir svenskar krónur til hernaðarútreiðslur.