Ósemja um sjúklingavegleiðing

Leiðarin á Hotel Tórshavn og sjúklingavegleiðarin á Ríkissjúkrahúsinum eru ójavnar á máli um tørvin á sjúklingavegleiðingini

Ósemja er millum avvarðandi partar um, hvør tørvurin á sjúklingavegleiðingini í Danmark er. Leiðarin á Hotel Tórshavn heldur, at tørvurin er nógv minni, enn tað, normerað er. Vegleiðarin heldur ikki, at leiðarin veit rættiliga, hvussu stórur tørvurin í veruleikanum er. Fundur um málið verður í Keypmannahavn í morgin.
Tað er ikki rætt, sum ført hevur verið fram í føroyskum fjølmiðlum, at føroyska sjúklingavegleiðingin í Danmark skal niðurleggjast, sigur Ina Frisdahl, leiðari á Hotel Tórshavn í Keypmannahavn.
?Talan er um eina umlegging av hesi tænastuni, soleiðis at vit fáa meira burtur úr teimum pengum, vit fáa játtaðar á fíggjarlógini, sigur hon.
Men hvussu hvussu hendan umleggingin nágreiniliga skal gerast, hevur ho enn ikki nakað ítøkiligt boð uppá, annað enn at vegleiðingin skal leggjast undir verandi sjúkrarøktarfrøðingarnar á Hotel Tórshavn, og at fleiri skulu setast í starv, eitt nú sum avloysarar um summarið, fyri tann játtaða peningin.
Í lesarabrævi í blaðnum í dag vísa tveir føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar í Keypmannahavn á, at hendan ætlanin ikki tykist at hava hald í veruleikanum.
Somu hugsan hevur eisini verandi føroyski sjúklingavegleiðarin í Danmark, sum sigur, at heldur enn at umleggja vegleiðinga og geva henni færri tímar, eigur hon at útbyggjst, tí tørvurin er størri enn tann vegleiðingin, sum í dag verður givin.

Meira fyri pengarnar
Talan er ikki um niðurlegging, men um at fáa meira fyri teir skattapengar, vit fáa at arbeiða við, sigur leiðarin á Hotel Tórshavn í Keypmannahavn.
Játtaðar eru 280.000,- krónur til vegleiðingina, sigur Ina Frisdahl. Men tað vísir seg, sigur hon, at tørvurin er ikki tann, sum hildið var, tá hendan skipanin varð sett í verk.
Vegleiðingin er normerað til 30 tímar um vikuna, men tørvurin er ikki meira enn seks tímar, sigur Ina Frisdahl.
Hon sigur, at tað hevur víst seg, at teir sjúklingar, ið uttan fylgisfólk koma til sjúkraviðgerð í Danmark uttan um Hotel Tórshavn, eru nógv færri, enn hildið hevur verið. Tó sigur hon seg ikki kunna vísa á nakra nágreiniliga kanning, sum kemur fram til hesa niðurstøðu. Heldur ikki kann hon siga við vissu, hvussu skipanin fer at virka, tá hon verður umløgd. Eingin støða er tikin til hetta enn, sigur hon. Men Sosialurin skilir, at í morgin verður ein fundur í Keypmannahavn, har tosað fer at verða um hetta málið.
Leiðarin á Hotel Tórshavn sigur, at í dag eru átta sjúkrarøktarfrøðingar í starvi á Hotel Tórshavn, leiðarin íroknaður, og at hesar so skulu skiftast um ta sjúkravegleiðing, sum tørvur er á, samstundis sum tær eisini skulu taka sær av øðrum uppgávum, sum eru á hotellinum.
Fyri teir pengar, sum játtaðir verða á fíggjarlógini til vegleiðingina, væntar leiðarin so eisini at kunna seta fleiri fólk í starv, eitt nú sum avloysarar, ið so kunnu avlasta tey, sum eru í føstum starvi.
Men tað fer ikki at ganga út vyir vegleiðingina, sigur hon, tí vegleiðingin fer altíð at verða gjørd av fólki, sum er í føstum starvi og soleiðis kennir til viðurskiftini. Dentur verður lagdur á, at tað altíð er sami vegleiðarin til sama sjúklingin.
Tað metir leiðarin á Hotel Tórshavn ikki fara at verða nakran trupulleika, hóast tað eftir ætlaðu nýggju skipanini kanska gerast einir átta ymiskir vegleiðarar.
?Tí hesum kunnu vit koma út fyri, sum er, hóast bara eina fastur vegleiðari er, um til dømis berst vegleiðaranum frá av einihvørji orsøk, sigur Ina Frisdahl.

Ógreið útmelding
?Útmeldingin frá leiðaranum á Hotel Tórshavn er ógreið, sigur Eleonora Olsen, sum hevur røkt føroysku sjúklingavegleiðingina í Danmark. Sum eg skilji tað, ið sagt verður, skal farast aftur til ta gomlu skipanina, vit fóru frá, tí ikki varð hildið, at hon var nóg góð. Og hvaðani leiðarin hevur hasar seks tímarnar frá, dugi eg ikki at skilja. Talan skuldi heldur verið um at víðkað tímatalið, tí tørvurin er enn størri, enn tað, vit kunnu veita í dag.
Eleonora Olsen heldur uppá, at tað verður ikki nóg gott, um vegleiðingin aftur skal leggjast undir ta skipan, farið varð frá í síni tíð. Hendan vegleiðingin virkar bara optimalt, um hon er sjálvstøðug, sigur hon.
Hon heldur bart út, at her verður ikki spælt við opnum kortum. Tað eru ongar kanningar gjørdar av tørvinum, annað enn tað, hon sjálv í sínum arbeiði hevur funnið fram til. Og tað vísir, at tað saktans kundi verið brúkt meira einn teir veransi 30 tímarnir um vikuna.
?Hvaðani leiðslan fær hasar seks tímarnar frá, dugi eg ikki at skilja, sigur føroyski sjúklingavegleiðarin í Danmark.
Tað verður ein beinleiðis vanlukka fyri sjúklingarnar, um verandi tænasta verður niðurløgd og flutt undir eina kollektiva vegleiðing av Hotel Tórshavn, metir hon.
Talan er um uppbygt álit á sjúkrahúsinum. Um at kenna mannagongdir og fólk. Stutt og greitt um at arbeiða effektivt, tí ein veit, hvussu farast skal stytsta veg til málið.
?Tað kann bara verða talan um verri tænastu, tá fleiri fólk fara at gera sama arbeiði, sigur Eleonora Olsen, sjúklingavegleiðari.
Og tað ger ikki støðuna betri, at boðað er frá, at enn fleiri fólk í framtíðini fara at verða send til sjúkraviðgerð í Danmark uttan fylgi. Tað krevur upp aftur hollari ráðgeving, vísir hon á.
Hon vísir eisini til fundin, sum verða skal í morgin og vónar, at har fara at koma greiðari meldingar enn tað, higartil er frætt um hetta málið, sum eftir hennara tykki er komið rættiliga tilvildarliga út millum fólk.
Eleonora Olsen er samd við teimum, sum halda, at talan her er um at spara pening gjøgnum bakdyrnar, soleiðis at meira fæst til rakstur av sjúklingahotellinum. Tí hon sær onga sakliga grund til at minka um ráðgevingina.