Strandalondini samdust í dag um norðhavssildakvotuna næsta ár Eftir semjuni, sum strandalondini gjørdu í London í dag, sleppa skip at veiða eina millión og 645.000 tons av norðhavssild næsta ár.
Tað skrivar norska blaðið Fiskaren.
Hóast partarnir eru samdir, er sildaavtalan ikki undirskrivaðenn. Sum skilst er ætlanin at bíða við tí, til semja er fingin um svartkjaftin. Tær samráðingarnar eru útsettar 14 dagar, tí føroyingar vilja ikki góðtaka at skerja kvotuna 60 prosent, soleiðis sum ICES hevur mælt til.










