Semja um royndarmál

Á rættarforhandlingum í Føroya Rætti mikudagin varð semja millum sakføraran hjá TAKS, Inga Højgaard, og umboð fyri tey um 20 sakarmálini móti stovninum um, at tvey mál, ið umboða øll aspektir í málunum, verða førd sum royndarmál

Tá lógin um skrásetingargjøld av akførum í 1999 varð broytt, fylgdi kunngerðin um heimild at krevja inn hesi gjøld ongantíð við. Hetta førdi við sær, at TAKS í heili seks ár uttan heimild kravdi inn hesi gjøld frá bilasølunum, sum so aftur kravdu tey inn frá keyparunum.

Ikki fyrr enn í 2005, tá tað komst fram til, at heimildin vantaði, var hesin brølarin rættaður, so heimild nú finst fyri innkrevjingini.

Men hetta hevur so fingið bileigarar, sum hava keypt bil í tíðarskeiðinum 1999 til 2005, at stevna TAKS eftir pengunum, sum teir – sambært saksøkjarunum – ólógliga hava kravt inn.

TAKS hevur svarað, at talan er um ein spurning millum bilasøluna og keyparan, og tað hevur so ført til, at keypararnir í teimum førum, har tað ber til, eisini hava stevnt bilasølunum – sum so aftur hava stevnt TAKS.

Við rættarforhandlingunum legði dómarin upp til, at vald var ein ella fleiri sakir, sum vóru umboðandi fyri allar síðir av málinum, og semja varð síðani gjørd um, at velja tvær sakir út. Onnur hevði flest øll aspektir: Stevning móti TAKS og stevning móti bilasøluni, bilasølan hevðí stevnt TAKS, og viðkomandi hevði tveir bilar, har málið um annar var fyrnað.

Í hinari sakini er bilasølan ikki til longur, og tí er TAKS einasti møguleiki fyri stevning.

Dómarin heitti eisini á sakføraran hjá TAKS, Inga Højgaard, um at taka málið upp við stovnin, um hann var sinnaður at gjalda sakarmálskostnaðin.

Bjørn á Heygum umboðar umrødda samsøkjara í øðrum málinum, og seg sjálvan í hinum málinum, sum sn´ðyr seg um bert at saksøkja TAKS. Eisini Jógvan Elias Winther Poulsen og Aksel V. Johannesen vóru møttir fyri klientar, og teir tóku undir við at koyra hesar báðar royndarsakirnar.

Tá greiða fyriliggur um TAKS góðtekur at halda sakarmálskostnaðin og um stovnurin annars góðtekur at koyra tvær royndarsakir, sum skulu verða umboðandi fyri allar hinar, verður nýggjur rættarfundur ásettur.