Ósemja um rættindi til trollemmar

Stríð

Jan Allan Muller og Helgi Larsen, sum í sínari tíð uppfann og fekk patent upp injector-trollemmarnar, hava sent út eitt tíðindaskriv.
Í skrivinum vísa teir til tíðindini um, at Føroya Sparikassi og Sp/f Rock hava framleiðslurættindini til Injector lemmarnar.
- Vit kunnu ikki góðtaka hesa kunngerð og frásiga okkum alla ábyrgd, um nakrar injector trolhurðar skuldu komið frá Sp/f Rock og Føroya Sparikassa.
Teir vísa á, at Injector ApS er einasta felag, sum hevur framleiðslu-og sølurættindini til Injector trolhurðarnar, world wide, sum tikið verður til í skrivinum.
- Ein og hvør, sum byrjar at framleiða Injector trolhurðarnar uttan loyvi frá okkum, ger seg inn á rættindini, sum patenteigarin og licensbrúkarin hava.
Tíðindabrævið er undirskrivað av Jan Allani Muller, vegna Injector ApS og Helga Larsen, vegna Injector ApS og Patent PCT/DE9700196.

Stríðsmál

Í samrøðu við Dimmalætting leygardagin, sigur sakførarin hjá uppfinnaranum, Anfinn V. Hansen, at loyvið, sum Føroya Sparikassi hevur givið Sp/f Rock við stjóranum, Hans J. Joensen, er ólógligt.
Fyritøkan hjá Jan Allan Muller, Injector ApS, hevur keypt rættindini frá Helga Larsen at framleiða og selja umrøddu trollemmar.
Anfinn V. Hansen sigur, at hevur Føroya Sparikassi givið aðrari fyritøku rættindini til at framleiða og selja trollemmarnar, fer málið í rættin.
Føroya Sparikassi hevur trygd í patentinum upp á trollemmarnar, og í greinini sigur Anfinn V. Hansen, at hetta er fyri skuld, men sakførarin leggur dent á, at Helgi Larsen eigur rættindini til patentið.
Dimmalætting hevur fingið innlit í eitt skjal, sum sigur, at "Føroya Sparikassi sum veðhavari er sinnaður at lata Helga Larsen fáa kjans til at gera nýtslu av patentinum, heruppí at lata øðrum felag nýtslurættindi til patentið, áðrenn Føroya Sparikassi tekur stig til at søkja fullnað í patentinum?"

Undir framleiðslu

Hans J. Joensen sigur við blaðið, at Sp/f Rock blandar seg ikki upp í trætuna millum Føroya Sparikassa, Helga Larsen og Jan Allan Muller, men at felagið fer at framleiða trollemmar so skjótt, keyparar eru.
Bogi Bendtsen, undirstjóri í Føroya Sparikassa, sigur við Dimmalætting, at tá ið lánistovnurin hevur fingið veð í einum aktivi í samband við lánveiting, er tað náttúrligt, at stovnurin verjir síni rættindi.
- Men vit kunnu einki ítøkiligt siga um ávís mál, leggur hann aftrat.