Semja um prentarasáttmálan

Føroya Prentsmiðjufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag skrivaðu fríggjadagin 6. mai undir nýggjan 2-ára sáttmála við Føroya Prentarafelag og Landsfelag Handverkaranna. Umframt nakrar tillagingar í sáttmálanum hevur semjan við sær eina lønarhækking á 1,25 % hin 1. mai 2011 og 2,37 % hin 1. mai 2012.

Hækkingarnar eru sostatt á sama støði, sum tær semjur, Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt í hesi samráðingarrunduni, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.