Ósemja um oyggjar

Japan krevur nú at fáa yvirvaldsrættin á nøkrum smáum oyggjum í Japanska Havinum, men Suðurkorea sigur kortanei.

Ósemjan snýr seg um tær smáu Dokdo-oyggjarnar ella Takeshima-oyggjarnar, sum japanar nevna tær. Oyggjarnar hava verið undir suðurkoreanskum ræði í mong ár, og sjálvt um tær eru óbygdar, hevur suðurkoreanska stjórnin gjørt av at hava eitt løgreglulið á oyggjunum. Men tann 22. februar kunngjørdu japanar, at nú vilja teir hava ræðið á oyggjunum.

Kravið hevur elvt til mótmæli í Suðurkorea. Stjórnin í Seoul sigur, at Suðurkorea hevur søguligan og landafrøðiligan rætt til oyggjarnar, og at tær eisini sambært altjóða lóg eru partur av Suðurkorea. Fyri at vísa japanum, at oyggjarnar eru suðurkoreanskar, ætla myndugleikarnir at lata suðurkoreonsk ferðafólk sleppa at vitja oyggjarnar, skrivar AP.