Ólavsøkan stundar til og spakuliga munnu tankarnir hjá nógvum vera farnir at venda sær móti veðurlíkindinum um tjóðarhátíðina.
So mikið er nú liðið út á mánaðin, at langtíðarforsøgnirnar eru farnar at geva boð upp á, hvussu veðrið verður á ólavsøku, men danska veðurstovan DMI og norska yr eru ósamdar.
Báðar veðurstovurnar lova eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, av eystri og landnyrðingi fríggjadagin og eitt lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s, av norðri og landnyrðingi fyrrapartin leygardagin. Seinnapartin leygardagin snarar hann tó í ein útsynning.
Tá tað kemur til avfallið er tær tó ikki á einum máli.
DMI sigur, at longu mikukvøldið byrjar at regna. Tað slítur í út á seinnapartin hósdagin og tað verður turt og sólglottar, men fríggjadagin verður samdrigið og ælaveður og leygardagin fer at regna aftur.
Norska veðurstovan Storm er eitt sindur bjartskygdari. Sambært henni fer at regna hósdagin, men eftir at tað slítur í hóskvøldið veðrur verandi turt líka til 3. august.
YR.no sigur nakað tað sama. Seinnapartin hósdagin fer at regna illa, men út á kvøldið slítur í. Leygarmorgunin kemur møguliga okkurt lítið æl, men síðani verður turt.
Íslendska belgingur sigur, at brúgvalagið við regni kemur yvir okkum longu mikudagin, men hinar dagarnar verður heilt turt.