skulu ferðast til Russlands, eftir at Póland og Litava eru vorðin limir í ES. Kaliningrad liggur millum tey bæði londini og kemur tí at liggja inni í ES-øki.
ES hevði kravt, at fólk í Kaliningrad, sum ætlaðu sær til Russlands, skulu hava eitt serligt ferðaloyvi, men tí kravinum hevur samveldið slept. Ístaðin skulu fólk hava eitt ferðaskjal, sum gevur teimum heimild at ferðast ígjøgnum Litava og Póland uttan eftirlit.
Á fundinum í Bruxelles tosaðu partarnir eisini um at gera eina jarnbreyt úr Kaliningrad ígjøgnum Litava til Russlands. Semja var um, at verður ein tílík jarnbreyt gjørd, verður tað ikki neyðugt hjá fólki í Kaliningrad at hava ferðaskjal, skulu tey til Russlands at ferðast.










