Semja um fiski­skapin eftir norð­havs­sild

Strandarlondini Føroyar, Ísland, ES, Noreg og Russland hava i dag, 14. oktober 2011, undirskrivað avtalu um fiskiskapin eftir norðhavssild í 2012

Semja er um, at mest loyvda veiðan eftir norðhavssild í 2012 verður 833.000 tons. Tað skriv­ar Andras Kristiansen úr Fiskimálaráðnum, sum hevur verið til samráðingar í Lond­on.
Talan er um eina nið­ur­gongd í mun til unda­n­farna ár, tá heildarkvotan varð ásett til 988.000 tons. Til­gongdin til stovnin hevur svik­ið seinastu árini. Altjóða hav­rann­sókn­ar­stovn­urin vís­ir tí á, at hóast stovnurin verð­ur væl umsitin, er met­ing­in, at nið­ur­gongdin heldur fram komandi ár.  
Semjan um heildar­kvotu­na byggir á eina avtalu frá 2007 mill­um strand­ar­londini um lang­tíða­r­um­sit­ing av fiskiskapinum eftir norð­havs­sild. Hendan avtalan he­v­ur m.a. ein veiðisetning og ásetir eitt fast býti av heild­ar­kvotu millum londini. Av­talan umfatar eisini atgongd at fiska hvør hjá øðrum.
Føroyski parturin av heild­ar­kvot­uni er 5,16%. Føroyska kvot­an av norðhavssild í 2012 verð­ur tí 42.983 tons. Føroyar hava sambært avtaluni møg­u­leika fyri at fiska part av før­oysku kvotuni í norskum sjógvi.
Á felagsfundinum undir sam­ráð­ing­unum gjørdu Før­oyar vart við, at Føroyar halda ikki, at núverandi býtið av heild­ar­kvotuni svarar til út­breiðsl­una av norðhavssild í Norð­u­r­at­lants­havinum, og at tørv­ur er á at endurskoða av­taluna. Í hesum sambandi boð­aðu Føroyar frá, at Før­oyar fara at taka stig til at við­gera málið saman við hin­um strandarlondunum.