Tað eydnaðist ikki uttanríkisnevndini hjá íslendska Altinginum at semjast um eitt álit um uppskotið um at taka upp samráðingar við ES um limaskap Ætlanin var, at nevndin skuldi leggja seinastu hond á álitið í gjárkvøldið og leggja tað fyri Altingið í dag, men so varð ikki.
Sambært Morgunblaðnum er tað ivasamt, nær uppskotið kemur aftur úr nevndini.
Tað skilst, at tað var umboðið hjá Vinstrafylkingini, sum lá í buktini, og sambært Morgunblaðnum eru umboðini hjá teimum báðum stjórnarflokkunum rættiliga ósamd um, hvat skal standa í álitinum.
Uttanríkisnevndin skal halda fund aftur í dag, men íslendsku fjølmiðlarnir vænta ikki, at nakað álit kemur í dag. Ein møguleiki er, at nevndin kemur við tveimum álitum.










