Tá ið nýggju raðhúsini oman fyri góðshavnina í Ánunum vórðu gjørd, varð samstundis ein vegur gjørdur niðan til húsini.
Men av eini ella aðrari orsøk var ikki givið gætur, at eitt lítið petti av lendinum, har vegurin liggur, hoyrdi upp í grannaognina.
Tað kom ikki fram fyrr enn byggifelagið JFT Connector, sum gjørdi útstykkingina og fekk húsini bygd, var farið av knóranum.
Tá gjørdu fólkini, sum áttu grannaognina, vart við seg og ætlaðu at grava tað pettið frítt.
Men tað helt trotabúgvið ikki bera til, tí so fór vegurin at detta niður, og fútaforboð varð lagt fyri at røra vegin.
27. í hesum er málið á rættarlistanum. Tá skal rætturin taka støðu til, um fútaforboðið var lógligt ella ikki.
Fleiri eiga grannaognina, og ein av eigarunum er maðurin, sum stóð aftan fyri JFT Connector.
Eik hevur eisini reist sak móti eigarunum av grannaognini. Tað hevur samband við, at Eik fíggjaði byggingina og hevur mest at missa, um ognirnar falla í virði.










