Skal lógin um fosturtøku í Føroyum broytast, má málsøkið fyrst yvirtakast frá dønum.
Tað staðfestir Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Av tí, at fosturtøkulógin er danskt málsøki, hava vit sostatt ikki heimild at broyta hana í Føroyum, hóast vit vilja, leggur hann afturat.
- Antin má málsøkið yvirtakast, ella má Løgtingið samtykkja at heita á danska Fólkatingið, um at gera ávísar broytingar.
Annars vísir hann á, at í Løgtinginum verður tað tórført at semjast um nakrar broytingar.
Ein partur av tinglimum, bæði í samgongu og andstøðuni, vilja herða lógina og ein annar partur, bæði í samgongu og í andstøðu, vilja hava eina frælsari fosturtøkulóg.
Má broytast
Jenis av Rana er ein tinglimur, sum heldur, at lógin er so gomul, at hon eigur at verða broytt.
Men hann vil ikki vera við, at hann vil hava hana strangari.
Hinvegin heldur hann, at vit mugu koma burtur úr teirri støðu, vit nú eru í, har tað eru tvær læknar, altso kommunulæknin og læknin, sum fremur fosturtøkuna, sum gera av um ein kvinna kann fáa fosturtøku ella ikki.
Hann vísir á, at í Danmark stendur tað øllum kvinnum frítt at fáa fosturtøku fyri 12, viku, men eftir 12, viku skal hon til samráð hjá serkønari nevnd.
Hann heldur, at tað skuldi altíð verið galdandi í Føroyum, so vit fingu eina nevnd, sum minnur um ta donsku Mødrehjælpen.
- Tað mugu ongantíð verða sosialir trupulleikar, sum eru orsøkin til at ein kvinna vil hava fosturtøku.
- Er talan um sosialar trupulleikar, skulu teir loysast, so at tað ikki verður ein grundgeving fyri at fáa fosturtøku.
Hinvegin vísa aðrir løgtingslimir á, at vit mugu ansa serstakliga væl eftir at vit ikki gera lógina ov avmarkandi, tí tað fer at birta upp undir ólógligar fosturtøkur.
Tað er vælkent aðrastaðni og tað er eisini vælkent, at tað kostar nógvum kvinnum lív og heilsu og eina slíka støðu mugu vit ikki koma okkum í Føroyum í.
Les eisini greinina: 39 fosturtøkur í Føroyum í fjør.