Ósemja í Tjóðveldi um val í ótíð

Tað er kortini als ikki vist, at meiriluti er á tingi fyri vali í ótíð, tí Annita á Fríðriksmørk hevur als ikki undirtøku í sínum egna flokki fyri vali nú.

- Jørgen Niclasen masjeraði úr landsstýrinum, tí hann ikki megnaði sína uppgávu. So hví skulu vit hoppa upp á hansara stunt nú, tá vit eru í einum sera konstruktivum samstarvi við samgonguna um eitt nú fiskivinnupolitikkin, spyr Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður hjá Tjóðveldinum, sum ikki dylur fyri, at hann heldur útsøgnina hjá Annitu á Fríðriksmørk um val í ótíð vera meira enn tápuliga og nógv verri enn eitt politiskt sjálvmál.

- Eg taki als ikki undir við vali nú, og vit eru fleiri í Tjóðveldinum, sum ikki gera tað, sigur hann.

Og Heini O. Heinesen úr Tjóðveldinum er samdur:

- At Fólkaflokkurin ræðist sítt egna barn og er farin til hús í ótíð, tað er so teirra ábyrgd. Men at allir hinir er líka ábyrgdarleysir, tað er átaluvert, sigur Heini O. Heinesen, sum heldur, at hesi fólkini, sum nú tosa um val, duga væl at spæla hund við Føroya fólki, og at úrslitið fyri teimum er líka mikið.

Um so verður, at val verður útskrivað nú, so er mest sannlíkt, at allir reformarnir, sum Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Framsókn hava gjørt semju um, detta á gólvið. Ein av hesum reformum er hjartabarnið hjá Tjóðveldinum, ein fiskivinnureformur, sum er farin til nevndarviðgerð í Løgtinginum. Hesin reformur hevur ongantíð verið nærri, enn nú – og tað kann gerast lagnunnar speisemi, at tað júst var Tjóðveldið, sum spenti bein fyri broytingum í føroysku fiskivinnuni.