Tey flestu minnast ivaleyst kjólan, sum summi sóu sum svartan og bláan, og onnur sóu sum hvítan og gull. Nú er enn ein mynd, sum herjar á netinum, har fólk eru ósamd um, hvønn lit talan er um.
Fleiri útlendskir miðlar skrivar um hendan skógvin, sum hevur elvt til høvubrýggj. Síðan nypost.com skrivar um Nicole Coulthard, sum legði hesa myndina út á ein Facebook bólk við einum spurningi um, hvønn lit talan var um. Tað vísti seg, skrivar heimasíðan, at fólk vórðu deild í tveir bólkar. Summi halda skógvurin er ljósareyður og hvítur, meðan onnur halda hann er gráur og turkis littur.
Hetta hevur elvt til eitt kjak, sum fyrstu ferð tók seg upp í sambandi við áðurnevnda kjóla. Tí fólk eru sera ósamd á máli um, hvønn lit hesin skógvurin hevur. Nicole Coulthard segði við bretska Metro, at ein vinur hennara eigur skógvin, og at hon sær hann sum ljósareyðan og hvítan. Hon setti upprunaliga spurningin fram á netið, tá ið mamma hennara viðmerkti hennara nýggja gráa skógv.