Umboð fyri tær báðar palestinsku rørslurnar Fatah og Hamas hava skrivað undir ein sáttmála, sum skal rudda slóð fyri semju teirra millum Tað eru myndugleikarnir í Jemen, sum hava fingið tær báðar stríðandi palestinsku rørslurnar til samráðingarborðið, og semjan varð undirskrivað í jemenska høvuðsstaðnum Sanaa í dag.
At partarnir hava skrivað undir merkir ikki, at Fatah og Hamas eru samd um alt, men sambært sáttmálanum skulu rørslurnar samráða seg fram til eina endaliga semju.
Fatah og Hamas stríðast um valdið í teimum palestinsku økjunum. Sum er hevur Hamas ræðið á Gaza-geiranum, meðan Fatah stýrir Vestara Áarbakka.










