Semja millum FAG og S&K

   

Klokkan 5 gjáramorgunin skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag øðrumegin og S&K/Føroya Arbeiðarafelag hinumegin undir nýggjan tvey ára saáttmála.

Sáttmálin liggur á sama støði, sum sáttmálin við arbeiðarafeløgini. Lønin hækkar 1. mai í ár við kr. 3,20 og 1% verður latið afturat í eftirløn. 1. mai ár 2000 hæøkkar lønin aftur við kr. 3,20. Harafturat var lægstri lønarbólkurin fluttur eitt stig upp á lønartalvuni.

Umframt lønarhækkingarnar vóru ymsar aðrar broytingar eisini gjørdar í sáttmálanum millum partarnar.

Samráðingar hava verið millum partarnar í eina viku, og tað eydnaðist pørtunum at røkka á mál uttan hjálp frá semingsmonnunum.

Nýggi sáttmálin sæst í síni heild á heimasíðuni hjá Arbeiðsgevarafelagnum: WWW.INDUSTRY.FO