Í gjár skrivaði Reiðarafelagið undir tvey-ára sáttmála vð Føroya Skipara- og Navigatørfelag.
Vinnuhúsið skrivar, at umframt ávísar tillagingar í sáttmálanum vórðu partarnir samdir um eina lønarhækking á 1,98 % hin 1. mars 2015 og 2,25 % hin 1. mars 2016. Hetta er sama hækking sum í hinum semjunum, ið eru gjørdar millum fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum og Føroya Arbeiðsgevarafelag, har Reiðarafelagið fyri Farmaskip er limur.
Partarnir undirskrivaðu eisini avtalu um fráboðanarfreist í sambandi við verkfall.