ES-leiðararnir eru samdir um at skerja CO2-útlátið 20 prosent innan 2020 og at brúka meiri varandi orku Leiðararnir í teimum 27 ES-londunum samdust í dag um smálutirnar í einari nýggjari veðurlags- og orkuavtalu.
Veðurlagsavtalan skal millum annað tryggja, at CO2-útátið hjá ES-londunum skal minka 20 prosent innan 2020. Sama árið skulu 20 prosent av orkunýtsluni koma frá varandi orkukeldum.
Danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, er sera væl nøgdur við semjuna, sum eftir hansara tykki er byrjanin til altjóða veðurlagsráðstevnuna, sum verður í Keypmannahavn um eitt ár.
Umframt veðurlag og orku tosaðu leiðararnir um búskaparkreppuna, og teir samdust um at brúka 1.500 milliónir krónur til at hjálpa evropeiska búskapinum.