ES-londini samdust í dag um eina bindandi avtalu, sum sigur, at í 2020 skulu varandi orkukeldur nøkta 20 prosent av orkutørvinum. Samráðingarnar vóru truplar, men at enda eydnaðist tað Týsklandi, Danmark og øðrum londum at fáa undirtøku fyri uppskotinum.
-Hetta er eitt stórt mál, men við hesum gongur Evropa undan, segði týski kanslarin, Angela Merkel, aftan á samráðingarnar.
-Hetta er einki minni enn ein stórsigur, segði danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen.
Umframt avtaluna um varandi orkukeldur samtyktu ES-londini at skerja CO2-útlátið 20 prosent innan 2020. ES sigur kortini, at semjast onnur ídnaðarlond um at skerja útlátið meiri enn 20 prosent, fer ES at fylgja teimum londunum.