Ósemja í donsku stjórnini

Konservativi Fólkaflokkurin vil hava skattalætta á dagsskránna, men Vinstri sigur nei.

Konservativi Fólkaflokkurin hóttir nú við at spreingja donsku stjórnarsamgonguna.

 

-Kemur skattalætti ikki á borðið, so skatturin lækkar í seinasta lagi næsta ár, fara vit úr stjórnini, sigur skattapolitiski framsøgumaðurin hjá teimum konservativu, Jakob Axel Nielsen, við Berligske Tidende í dag.

 

Men hann og hini konservativu fáa ikki teirra vilja.

 

-At geva skattalætta, tá hákonjunkturur er í samfelagnum og trot á arbeiðsmegi, er sum at leggja eitur fyri búskapin, sigur Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, við blaðið.

 

Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn siga, at tað er trýst frá nýggja flokkinum Ny Alliance, sum fær tey konservativu at krevja skattalættan á borðið nú. Ny Alliance hevur lægri skatt sum eitt av sínum fremstu málum, og tað kann fáa konservativar veljarar at skifta flokk, siga eygleiðararnir. Tí noyðist flokkurin at gera okkurt, sum munar.