Arbeiðarafeløgini – Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag – hava í kvøld undirskrivað tvey ára semju við Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Semjan inniber eina lønarhækking á kr. 5,25 yvir tvey ár umframt nýggja viðbót fyri starvsaldur eins og ymiskar aðrar ásetingar og ábøtur í sjálvum sáttmálanum.
– Samlað sæð eru vit rímiliga væl nøgd, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag. Vit hava samráðst leingi, og eg haldi báðir partar hava strekt seg langt fyri at finna eina semju.
Arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava undirskrivað ein tvey ára lønarsáttmála, sum samlað gevur eina lønarhækkan á kr. 5,25, nýggja viðbót fyri 11 ára starvsaldur og greiðari og betri áseting um yvirtíðarløn sunnu- og halgidagar.
– Vit eru rímiliga væl nøgd, og tað gleðir okkum, at reallønin hjá einum arbeiðara hækkar. Vit eru glað fyri, at vit liggja nakað oman fyri aðrar sáttmálar, sum eru gjørdir í 2016. Hetta ger, at munurin millum ein arbeiðara og aðrar lønarbólkar minkar, og fyri 2017 fingu vit eina tiltrongda starvsaldursviðbót, vísir Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag á.
Tímalønin verður í 2016 kr 123,09 og í 2017 kr 125,69, og í 2017 fer tímalønin hjá einum arbeiðara sum hevur 11 ára starvsaldur at liggja á kr 131,66.
Betri sømdir eru eisini fyri tey, sum eru fyri eini arbeiðsóhappi, fyri vaktarfólk á skipum umframt at nýggjur sáttmáli er gjørdur fyri bussførarar og fyri pelagisku virkini.
Niðanfyri ber til at lesa semjuna:
Semja
millum
Føroya Arbeiðsgevarafelag
og
Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.
Omanfyri nevndu partar eru samdir um at broyta ásetingar í verandi sáttmála soleiðis:
1. Sáttmálarnir verður longdir til 1. mai 2018. § 34 í sáttmálunum fyri FA, HAK og KAM/KAK og § 35 í sáttmálanum fyri HAF verða tillagaðar samsvarandi hesum.
2. Tímalønin hækkar í sáttmálaskeiðnum soleiðis:
1. mai 2016 hækkar lønin 2,65 kr
1. mai 2017 hækkar lønin 2,60 kr
Høvuðssáttmálarnir
3. Í § 8 verður sett aftaná “Sunnu- og halgidagar kl. 00-24.00: 100 %” verður sett: “Sama er galdandi fyri arbeiði, sum byrjar nevndu dagar, og heldur áfram um midnátt og til normalarbeiðstíðin tekur við aftur.”
4. Í § 13 verður sett inn soljóðandi nýtt stk. 2: “Verður løntakari, sum hevur arbeitt hjá sama arbeiðsgevara í meira enn 9 mánaðir út í eitt, óarbeiðsførur orsakað av einum arbeiðsskaða, sum kann prógvast við læknaváttan, hevur arbeiðsgevari, aftaná at tíðarskeiðið í stk. 1 er endað, skyldu at rinda munin millum dagpeningaveitingina og vanligu lønina, sum løntakari hevði fingið útgoldna, um viðkomandi ikki fekk skaðan.
Gjaldsskyldan hjá arbeiðsgevaranum stendur við inntil løntakari aftur er arbeiðsførur tó í mesta lagi í 4 mánaðir aftaná, at arbeiðsskaðin er hendur.”
5. Í § 21 í sáttmálunum fyri FA og HAF og § 18 í sáttmálunum fyri HAK og KAM/KAK verður henda orðing sett inn sum seinasta petti: “Verður løntakari, sum hevur arbeitt hjá sama arbeiðsgevara í meira enn 9 mánaðir út í eitt, óarbeiðsførur orsakað av einum arbeiðsskaða, sum kann prógvast við læknaváttan, kann viðkomandi ikki sigast úr starvi fyrr enn 6 mánaðir, aftaná arbeiðsskaðin er hendur. Hetta er tó bert galdandi, inntil løntakarin aftur er arbeiðsførur.”
Samstundis verða § 21 ávikavist § 18 skipaðar í stykkjum.
6. Í sáttmálanum fyri HAK, § 21, stk. 2 verður talið “1,5” broytt til “2,5”. Í sáttmálanum fyri KAM/KAK, § 21, stk. 2 verður 1. petti broytt til at verða soljóðandi: “Til lívstrygging og onnur sosial endamál verður eitt prosentgjald av lønini frádrigið, áðrenn hon verður útgoldin. Hetta prosentgjald er 1,5 % fyri Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og 2,5 % fyri Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.”
7. Orðingin í § 11 verður broytt til at verða soljóðandi:
“Fyri eitt og hvørt arbeiði fær hvør tann, sum luttekur í arbeiðnum, løn fyri í minsta lagi 2 tímar, sjálvt um arbeiðið varir styttri. Somuleiðis fáa arbeiðsfólk, sum eftir tilsøgn møta til arbeiðis, og arbeiðið ikki verður útint, løn fyri 2 tímar, ella um arbeiðið byrjar aftaná eina ásetta tíð, løn fyri ta tíð, tey hava bíðað.”
Samstundis verða § 30 í sáttmálanum fyri FA og § 29 í sáttmálunum fyri HAK og KAM/KAK strikaðar. Fylgjandi greinar broyta nummar samsvarandi.
8. Orðingin í § 17 verður broytt til at verða soljóðandi: “Vaktarmenn á skipum við bryggju á nátt fáa eina viðbót fyri náttina, sum svarar til 7,5 vanligar tímalønir. Leygar- og sunnunátt er viðbótin tað, sum svarar til 10 vanligar tímalønir. Náttin er frá kl. 21-08.
Har arbeitt verður á vaktini umborð við øðrum enn sjálvum vaktararbeiðinum skal løn gjaldast vaktarmanninum samsvarandi ásetingunum í hesum sáttmála.”
9. Í § 25 í sáttmálanum fyri FA og HAF og í § 24 í sáttmálanum fyri HAK og KAM/KAK verður sett inn viðbót eftir 11 ára starvstíð á 4,75 %. Henda viðbót er galdandi frá 1. mai 2017.
10. Í § 29, stk. 1 fyri FA og HAF og í § 28, stk. 1 fyri HAK og KAM / KAK verður henda orðing sett í endan av 1. petti: “Sama er galdandi um fakfelagið metir, at tær umstøður, sum avtalaðar eru fyri reingerðina ikki eru loknar, t.d. at hølini ikki eru klár at gera rein.”
11. Sum nýggj § 34 í sáttmálunum fyri FA, HAK og KAK/KAM, og sum nýggj § 35 í sáttmálanum fyri HAF verður sett henda orðing: “Sáttmálapartarnir kunnu gera sínamillum avtalur, sum avmarkaðar eru til ávís øki og ávís arbeiðspláss. Hesar avtalur skulu vera skrivligar.”
Fastlønarsáttmálarnir
12. Í fastlønarsáttmálanum § 3, 9. petti fyri FA og HAK verður sett inn henda orðing: “Lønin skal verða á konto hjá løntakara í seinasta lagi seinasta yrkadag í mánaðinum.” Sama orðing verður sett inn sum nýtt 3. petti í § 2 í fastlønarsáttmálanum fyri HAF og KAK/KAM.
Álitisfólkaskipanin
13. Í pkt. 10 í álitisfólkaskipanini verður ístaðin fyri “sambært høvuðssáttmálanum” sett “sambært sáttmálanum, sum viðkomandi er sett/settur eftir”
Sáttmálin fyri pelagisku virkini
14. Semja er um nýggjan samanskrivaðan sáttmála fyri pelagisku virkini. Sáttmálin er hjálagdur sum skjal til hesa semju, men verður eisini undirskrivaður serskilt.
Sáttmálin fyri vaktarhald
15. Í sáttmálanum fyri vaktarhald § 2, stk. 3 verður í staðin fyri
“Fyri arbeiði í sunnu- og halgidagssamdøgrum og á føstum frídøgum smb. viðkomandi høvuðssáttmála millum kl. 00.00 og 24.00 35 % “
sett
“Fyri arbeiði í sunnudagssamdøgrinum millum kl. 00.00 og 24.00 40 %
Fyri arbeiði í halgidagssamdøgrum og á føstum frídøgum smb. viðkomandi høvuðssáttmála millum kl. 00.00 og 24.00 50 %”
Sáttmálin fyri fastlønt á fiskavirkjum
16. Í sáttmálanum fyri fastlønt á fiskavirkjum § 2, stk. 3 verður ístaðin fyri “... seinasta yrkadag í mánaðinum” verður sett “... í seinasta lagi 25. í mánaðinum.”
Busssáttmálin
17. Í busssáttmálanum § 7 verður seinasta petti broytt til at verða orðað soleiðis: “Starvsavtala millum busseigara og tímaløntan bussførara kann sigast upp til uppathald við einum mánaða freist til tann fyrsta í einum mánaða, meðan starvsavtala millum busseigara og fastløntan bussførara kann sigast upp eftir uppsagnarfreistunum í fastlønarsáttmálanum. Hetta er tó ikki galdandi, tá avtalað er, at arbeiðið bert er fyribils ella sum roynd, og at hesi arbeiðsviðurskifti vara ikki longur enn 3 mánaðir. Uppsøgnin skal vera skrivlig.”
Gistingarhússáttmálin
18. Gistingarhússáttmálin verður longdur til 15. september 2016.
Tórshavn, 6. mai 2016