Teir báðir semingsmenninir, Terji Sigurðsson og Hákun Steingrímsson, royna framvegis at finna semju millum partarnar. Nú hava samráðingarnar á almenna arbeiðsmaerknaðinum vart í fleiri enn 15 tímar, og enn royna semingsmenninir at finna eina semju.
- Vit sita enn og semjast, og tað ber jú boð um, at vit enn trúgva upp á eina semju, sigur Hákun Steingrímsson nú klokkan 8 í morgun.
Hann sigur, at tað kemur eitt semingsuppskot einaferð í dag, og helst áðrenn miðdag.
Annars ber illa til at siga, hvønn veg tað ber, men sum sagt hava semingsmenninir en vónir um, at partarnir kunnu finna eina semju.










