Tá ið partarnir á privata arbeiðsmarknaðinum samráðast og ikki koma á mál, verða boð send eftir Semingsstovninum, sum er almennur.
Men tá ið ósemja er millum fakfelag og arbeiðsgevara á almenna arbeiðsmarknaðinum, koma privatir semingsmenn upp í leikin.
Hetta kemur av, at galdandi semingslóg er frá 1928, tá ið eingin almennur arbeoðsmarknaður var til.
- Hatta er eitt mál, sum hevur verið uppi og vent fleiri ferðir. Vit hava tosað um tað í áravís, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnhúsinum.
Fyri eini tið síðan varð ein arbeiðsbólkur settur at endurskoða semingslógina, men tað hendi ikki meira.
Umvent
Semingsmenninir í Semingsstovninum verða peikaðir út av pørtunum á privata arbeiðsmarknaðinum. Teir fáa eina fasta mánaðarliga samsýning og so samsýning fyri tíðina teir brúka upp á seming, og tær útreiðslurnar rindar tað almenna. Partarnir kunnu ikki brúka aðrar semingsmenn-
Tá ið partar á almenna arbeiðsmarknaðinum hava tørv á semingsmonnum, finna partarnir sjálvir privatar semingsmenn og rinda løn teirra sjálvir. Semingsmenninir áseta sjálvir lønina.
Líka fyri øll
- Semingslógin eigur at verða endurskoðað, so hon fevnir um bæði almenna og privata arbeiðsmarknaðin, men tað er nakað, sum tekur drúgva tíð at gera, sigur Marita Rasmussen.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur eisini Semingsstovnin vera ov veikan í verandi gomlu lóg. Bæði semingsmaður og varasemingsmaður hava annað arbeiði at røkja í tí dagliga. Tað rætta hevði verið at havt ein veruligan semingsstovn við egnari skrivstovu.
Rættast hevi verið, um landið fíggjaði ein slíkan framtíðar semingstovn, heldur arbeiðsgevarafelagið.








