Semingsstovnurin avger næsta leik

- Vit hava fingið boð um at verða tøk mikudagin 6. desember, sigur formaðurin í Føroya Pedagogfelag, Jógvan Philbrow.

 

Tað var klokkan 14.10 í dag, at Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið gjørdu av at boðsenda semingsstovninum í sáttmálatrætuni við Føroya Pedagogfelag.

 

Fyri einum góðum tíma kunnaði Føroya Pedagogfelag sínar limir á Facebook-síðuni hjá felagnum um, at nú er tað semingsstovnurin, sum avger næsta leik.

 

- Vit hava fingið boð um at verða tøk mikudagin 6. desember, sigur formaðurin, Jógvan Philbrow.

 

Terje Sigurðsson, semingsmaður, segði við KvF klokkan 18 í kvøld, at langt er millum partarnar. Hann hevur fingið tilfar frá báðum pørtum, sum semingsstovnurin nú fer at kanna, og ætlanin er at kalla partarnar saman til seming mikudagin.

 

Nakrir samráðingarfundir hava verið millum Føroya Pedagogfelag og fíggjarmálaráðið, men fundurin í dag var hin fyrsti, síðan sjúkrarøktarfrøðingarnir og fíggjarmálaráðið skrivaðu undir nýggjan sáttmála hin 20. november.

 

Av tí, at tað er so langt millum partarnar, er semingsstovnurin nú boðsendur.