Tað eru tvær vikur síðani, at samráðingarnar millum handverksmeistarar og handverkarafeløgini slitnaðu.
Tá varð gjørt av at boðsenda semingsstovninum, og í morgin verður so farið undir sjálva semingsroyndina.
Sáttmálarnir, sum vóru galdandi fram til 1. oktober, standa enn við. Hvørki verkfall ella verkfall er fráboðað.