Semingsmenn til reiðar

Semingsmenninir eru í bíðistøðu. Verður boð eftir teimum, eru teir klárir at gera enn eina roynd

? Um partarnir sjálvir megna at finna eina loysn, so er tað best. Men vit eru til reiðar, um boð eru eftir okkum.
Soleiðis sigur Suni Schwartz Jacobsen, annar av semingsmonnunum í trætuni á privata arbeiðsmarknaðinum.
Semingsmenninir kastaðu frá sær, tí so langt var millum tað, sum arbeiðarafeløgini kravdu, og tað, sum arbeiðsgevararnir vildu lata. Undir seinastu royndunum at semjast eru partarnir kortini komnir so tætt hvørjum øðrum, sum ongantíð áður.
Jákup í Gerðinum, fyrrverandi semingsmaður, heldur støðuna nú vera komna hartil, at semingsstovnurin eigur at koma upp í leikin aftur.
? Nú er so tætt, at tað kundi hugsast, at vit aftur koma upp í leikin, men tað liggur ikki í kortunum beint nú. Best hevði verið, um partarnir sjálvir megna at finna eina loysn, sigur Suni Schwartz Jacobsen.