Semingsmaðurin umhugsar støðuna

Enn er ikki greitt, nær royndin at finna semju ímillum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið, byrjar

 

Samráðingarnar millum Føroya Pedagogfelag og almennu arbeiðsgevararnar slitnaðu á málstrikuni og í fyrrakvøldið sendi Pedagogfelagið boð eftir semingsmonnunum.

 

Slitið kom brádliga tí ósemja tók seg upp um útrokningarnar í sambandi við viðbøturnar fyri ólagaliga arbeiðstíð.

 

- Sáttmálin var prentaður til undirskrivingar, tá eg varnaðist, at nakrar týðandi útrokningar ikki svaraðu til tað, vit hildu okkum vara samd um, segði Maud Vang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum við in.fo í gjár.

 

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur at hann fer at brúka nakrar dagar at seta seg inn í, hvat ósemjan í grundini snýr seg um.

 

Hann hevur havt fund við Pedagogfelagið og týsdagin hevur hann avtalað fund við lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum.

 

Eftir tann fundin tekur hann so støðu til, hvussu farast skal fram.

 

Hann sigur, at hóast samráðingarnar slitnaðu á málstrikuni, merkir tað ikki neyðturvuliga, at ósemjan er lítil og einføld at lýsa.

 

- Vit mugu bara staðfesta, at samráðingarnar eru slitnaðar tí at partarnir eru ósamdir so viðgera spurningin haðani frá, sigur hann. 

 

Les eisini: Semingsmaðurin boðsendur