Samráðingar
Landsstýrið kann ikki vænta at sleppa við eini null loysn.
Tað sigur Jógvan Amonsson, semingsmaður.
Teir báðir semingsmenninir, Jógvan Amonsson og Alfred Petersen, skulu nú royna at finna semju í sáttmálatrætuni ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Sáttmálin gekk út á midnátt fríggjakvøldið og tá ið tað ikki hevði eydnast pørtunum at finna semju, samdust teir í hvussu so er um at senda boð eftir semingsmonnunum.
Semingsmenninir skuldu hava fund við partarnar seinnapartin í gjár og eftir tann fundin skuldu teir leggja tað víðari semings-tilgongdina til rættis.
Á fundinum skuldu teir fáa eina frágreiðing frá báðum pørtum um ynski og krøv og um, hvussu samráðingarnar stóðu, áðrenn teir ásannaðu, at teir ikki komu longur.
Jógvan Amonsson hevur tískil ikki tær stóru viðmerkingarnar, fyrrenn semingsmenninir hava tosað við partarnar og hava sett seg inn í støðuna.
Tað verður heldur ikki fyrrenn tá, at hann veit, hvussu nógv skilir partarnar og tískil eisini, hvussu torfør uppgáva, semingin verður.
Tað er ongin loyna, at tað fyrst og fremst er lønarspurningurin, sum skilir partarnar. Í tí sambandi hevur landsstýrið spælt út við, at tað vil helst hava eina null-loysn.
Men tað heldur semingsmaðurin ikki, at landsstýrið kann vænta.
Tað verður torført at gera eitt semingsuppskot, sum bara gongur øðrum partinum á møti.
Men hvar ein nýggjur sáttmáli endar, heldur hann at tað er ómøguligt at siga.
Hann staðfestir kortini, at hóast lønin hevur stóran týdning, eru tað eisini onnur viðurskifti, sum hava týdning í einum sáttmála. Men, hvat eitt semingsuppskot kemur at innibera, er vónleyst at siga.
Nú hevur privati arbeiðsmarknaðurin gjørt sáttmála í vár. Fer tað at vera grundarlagið undir einum sáttmála á almenna arbeiðsmarknaðinum eisini?
Tað var á privata arbeiðsmarknaðinum og hetta er almenni arbeiðsmarknaðurin. Men tað er skilligt, at allar broytingar í samfelagnum sum heild, hava týdning fyri einum sáttmála.
Semingsmaðurin hevur annars góðar vónir til, at tað fer at eydnast at finna semju, uttan at vit enn einaferð verða rakt av verkfalli.
Langt ímillum partarnar
Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum hevur heldur ikki so nógvar viðmerkingar, fyrrenn hann hevur tosað við semingsmenninar.
Men hann staðfestir, at tað er langt ímillum partarnar og tað tað komst ikki víðari, tí eru semingsmenninir boðsendir.