Semingsfundur leygardagin

Semingsmenninir eru komnir upp í samráðingarnar millum Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag um sáttmálan fyri limir Starvsmannafelagsins á Føroya Tele

Steðgur er í samráðingunum millum Starvsmannafelagið og føroya arbeiðsgvarafelag um sáttmálan fyri limir Starvsmannafelagsins á Føroya Tele. Semingsmenninir eru boðsendir.
Semingsmenninir, Jógvan Amonson og Alfred Petersen, hava boðsent pørtunum at koma á fund á middegi leygardagin, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Sarvsmannafelagnum. Sáttmálin er longdur til á midnátt sunnukvøldið.
Ósemja er um sjálva lønarammuna, og ta ósemnujna skulu semingsmenninir so royna at loysa áðrenn á midnátt sunnukvøldið.