Semifinalan fyri pør leygardagin

.

Leygardagin 18. apríl verður semifinalan fyri pør í bridge spæld í Handilsskúlanum í Havn.

Kappingin byrjar kl. 9.30, og spælt verður allan dagin.

Kappingin verður skipað sum barometurkapping.

Til kappingina er frí tilmelding, so allir bridgespælarar kunnu tekna seg til kappingina.

Kappingin er kvalifisering til finaluna, sum verður spæld 2. mai í Bridgehúsinum.

Tilmelding til semifinaluna í seinasta lagi hóskvøldið kl. 22 á tlf. 310264, 311930 ella 319142