Aftur í ár verður Perlan karmur um tónleikakappingina Sement, ið er kapping fyri bólkar og einstaklingar, ið ikki hava útgivið nakað áður.
Innleiðandi umførini vera 16. og 17. mei, og tríggir bólkar sleppa víðari úr hvørjum umfari. Finalan verður leygarkvøldið 24. mei.
Bólkurin ella einstaklingurin skal ikki hava givið nakað út áður. Hvør bólkur fær 15 minuttir á palli og framførir - í minsta lagi - tvey egin løg. Allar sjangrur eru vælkomnar.
Vinnarin fær gávubræv á tríggjar dagar í upptøkuhølunum hjá Studio Bloch við tøkningi. Hetta hevur eitt virði á umleið 17.000 kr.
Studio Bloch stuðlar ein part av upphæddini.
Vinnarin fær eisini eitt gávubræv á 3.000 kr, ið Simme Musikkhús hevur latið.
G! festivalurin fer at velja ein bólk, ið sleppur at spæla í Gøtu í summar.
Send navn á bólki ella einstaklingi og kontaktinfo til sement(at)fabrikkin.fo.
Seinasta freist at melda seg er sunnukvøldið 11. maj kl 24.00.









