Nú nærkast til Sement, føroya størsta tónleikakapping, sum tey sjálvi kalla tað, verður sparkað í gongd.
Tað er Margarinfabrikkin, sum aftur í ár skipar fyri tónleikakappingini Sement. Undanumførini verða 3. og 4.februar og finalan verður 11. februar øll kvøldini í Perluni í Havn.
Hvørt ár er tiltakið vaksið, og longu nú hava met nógvir bólkar hava meldað seg til í ár.
Men enn er tíð at melda seg. Evstamark er ikki fyrr enn sunnudagin á miðnátt, so ein og hvør, ið hevur dirvi og áhuga, kann framvegis melda seg til.
Eisini eru dómarar funnir. Jón Tyril, festivalfyriskipari, og Lena Anderssen, tónleikari, verða aftur í dómsnevndini í ár. Nýggjur í nevndini er Fróði Løkságarð, tónleikaleiðari á Kringvarpinum. Tó er eitt undantak, tí í undanumfarinum leygarkvøldið tekur Jensina Olsen, tónleikari sætið hjá Lenu Andersen.
Atgongumerki eru at fáa í Margarinfabrikkini og Tutl og fyri ein lítlan eyka kostnað ber saman við atgongumerkinum til at ogna sær fløguna Vilst er síðsta fet hjá Hamferð, ið vunnu Sement í 2010.