Leygarkvøldið verður stóra brakið í tónleikakappingini, Sement. Aftaná tvey spennandi innleiðandi umfør, eru sjey bólkar klárir at spæla um heitið, ársins nýggi bólkur ella einstaklingur.
Dómarirnir, Kristoffer Mørkøre, Jón Tyril og Greta Svabo Bech, eru á einum máli um, at støðið hevur sum heild verið høgt í ár.
Finalan verður í Perluni, leygarkvøldið kl 20.00, og atgongumerki eru til keyps við dyrnar fyri kr. 100. Tað hevur verið útselt á so at siga hvørjum ári, tí ræður um at møta í góðari tíð.
Helena Dam á Neystabø kemur at handa vinningin, ið eru tríggir dagar í Studio Bloch við tøkningi, og eitt gávukort frá Simme musikkhús á kr. 3000.
Margarinfabrikkin skipar fyri Sement.
Niðanfyri er skráin fyri kvøldið:
20.00 Asyllex
20.25 Ranchus
20.50 Lyon & the Colourstorm
21.15 Punjab
21.40 Grús
22.05 Nystrøm
22.30 Frank in a Phonebox