Í gjárkvøldið var seinasta innleiðandi umfar av tónleikakappingini Sement, har tveir bólkar komu víðari til finarluna, og dómararnir valdu ein eyka finalist, við einum ?wildcard?. Í gjárkvøldið var seinasta undankappingin av Sement, sum í kvøld bjóðar til finaluna av kappingini.
Í gjárkvøldið komu Guðrun og Bartal viðari. Ein bólkur, sum fyrireikararnir kalla ein alternativan singer/songwriter bólk.
Og The Mirrormen, sum spæla tað, ið líkist garagurokki.
Eisini fingið dómararnir høvi, at velja ein bólk av øllum, sum hava luttikið. Hetta verður nevnt eitt ?wildcard?.
Fyrireikararnir siga, at hesin nýggi hátturin er komin orsaka av, at mangan er støðið ymiskt í undanumførunum, og tí skal dómarapanelið hava møguleika at velja ein bólk eyka, sum liggur ovarliga í samlaðu mongdini.
Finala verður í kvøld kl. 20.










