-Støðið var ógvuliga høgt, næstan ov høgt, sigur Niels Arge Galán, ein av dómarunum til Sement 2010. Leygarkvøldið var fyrsta innleiðandi umfar av tónleikakappingini Sement 2010, og sjey bólkar royndi seg í kappingini, har tríggir vóru útvaldir til at verða við í finaluni, sum verður 30. Januar.
Teir tríggir dómararnir Niels Arge Galán, Lena Andersen og Terji Rasmussen hava øll trý nógvar royndir innan føroyska tónleikaheimin, men tað var als eingin løtt uppgáva at loysa leygarkvøldið, tá ið tríggir bólkar skuldu veljast burturúr mongdini.
-Støðið var ógvuliga høgt. Havi næstan hug at siga ov høgt. Onkuntíð fær man beinanvegin eina fatan av hvør skal víðari til finaluna, men tað var sera trupult hetta kvøldið, sigur Niels Arge Galán.
Tað er neyvan nøkur loyna, at føroyingar eru eitt tónlistarligt fólkaslag, og vit eiga ógvuliga nógvar góðar tónleikarar.
Eisini teir nýggju bólkarnir eru at kalla á høgum støðið, og duga millum annað væl, at bera seg fram á palli.
-Støðið var so høgt, at tað vóru fleiri bólkar enn teir tríggir, sum áttu at sloppið víðari til finaluna. Eg trúgvi eisini, at fleiri eru ósamd við okkara val, sigur Niels Arge Galán.
Síðani Prix Føroyar var tikið av skránni hjá Norðurlandahúsinum, hevur tað ikki verið nøkur stór kapping, har ungir og óroyndir tónleikarar fáa møguleikan at royna seg. Men Niels Arge Galán heldur, at Sement hevur stóran týdning fyri teir nýggju tónleikararnir.
-Sement gevur nýggjum bólkum, og fólki, sum hava áhuga fyri nýggjum tónleiki ein stóran møguleika. Har vóru nógvir bólkar, sum eg als ikki kendist við áðrenn, sigur Niels Arge Galán.
Niels Arge Galán hevur verið eitt kent andlit á føroyska tónleikapallinum í nógv ár, og eisini hann var bergtikin av teimum ungu tónleikarunum.
-Um eg samanberi hetta við fyrstu ferð eg spældi LIVE, so dugdu hesir bólkarnir munandi betri enn eg, sigur Niels Arge Galán.










